søndag den 5. maj 2013

Hey allar Green Gate tøsir!

Mær dámar sera væl Green Gate og eigi eitt sindur nógv av tí ;) he he .
Haldi eg byrjaði í 2006 -2007 at samla uppá Green Gate, tað fyrsta eg fekk var ein kanna av Kim green og viskistykki frá eini venindu. Og so bleiv tað bara meir og meir :)

Eg havi eina aðra venindu sum eisini dámar SERA væl Green Gate. Vit hava leingi verið við í donskum Green Gate bólkum á Facebook. Sera hugnaligir bólkar har vit allar kunnu deilar myndir ella okkurt gott tilboð sum vit finna á netinum. Eisini kunnu vit selja okkara GG ella søkja eftir onkrum vit sóknast eftir. So hjálpast vit ofta at, t.d um onkur finnur okkurt á netinum sum onkur onnur sóknast eftir so siga vit frá :) Og ofta er tað eisini onkur sum vil selja okkurt sum ein onnur leitar eftir.  

So ein dagin kom venindan við tí hugskoti, at vit burdu stovna ein føroyskan Green Gate bólk á FB, har vit allar Green Gate tøsir kunnu deila myndir, selja og keypa Green Gate okkara millum :) Tí lættari er tað um tað er í Føroyum ein skal keypa ella selja so sleppa vit undan fraktini :) Tað er ofta eitt sindur dýrt at senda til FO.

So tit Green Gate tøsir tit eru vælkomnar at melda tykkum í bólkin á FB :)

Her er linki til bólkin á Facebook "Green Gate tøsirnar!"





Ingen kommentarer:

Send en kommentar