mandag den 15. oktober 2012

Stólahyndir


So nú havi eg endiliga fingið uppfríska stólahyndirnar og hyndina á bonkinum í køkinum :) Eg eigi nokk so nógvar restir av Green Gate tøj og aðrar tøj restir, so eg helt, at tað var idielt til hetta endamálið :)  






 






 

fredag den 24. august 2012

Vintage tapet frá Elinsa

Á Facebook er ein síða sum eitur Elinsa endunýtsla har kann ein finna alt møguligt spennandi og har fann eg hetta MEGA lekra vintage tapet, keypti uml. 8 metur fyri 80 kr










mandag den 13. august 2012

Gløs í alskyns litum

Havi leingi leita eftir vatngløsum í litríkum litum og tá eg so ein dagin fekk tilboðsblaðið frá Vøruhúsinum inn á dyrnar bleiv eg sera glað :) Koyrdi beint til Havnar og fekk fatur á 12 stk. 4 stk fyri 50,- ikki so galið :)






Litríkir kaktusar :)

Hesar litríku kaktusar fann eg ein dagin í 2x3 í Havn.....







torsdag den 26. juli 2012

Makeover av køksklokku :)

Køksklokkan hevur fingið makeover......
Nú, ið eg eri í sving við, at fáa meira litir inn í køkin, helt eg at køksklokkan eisini mátti fáa ein makeover :) Havi málað klokkuna og koyrt vintage tpet inn í. Eri sera vælnøgd við hana :)




     Áðrenn:

Oraka ringa kvalitetin














Heimagjørt koldskål :*

Heima hjá okkum elska vit koldskål :) So eg geri ofta koldskål, tað er so deiligt, at eiga inni til millummála og flestu gestir dáma eisini koldskål :)

Uppskrift:

4 pasteuriseraðar eggjablommur
5-6 sp. melis
2 tsk. vaniljusukur
saft av 2 sitrónum
1 pk. Súrgað mjólk
1 pk. Hvíta



Píska eggjablommur & sukur væl saman......


Her er eggjablommurnar & sukri væl píska saman :)


Pressa saftina úr sitrónunum....


Koyr vaniljusukur & sitrónsaftina í og píska......


Her er tað so píska :)


 Koyr tí súrgaðu mjólkina & hvítan í og píska.....


Rør eitt sindur í, fá alt frá kantinum....


Klárt at servera :)


 Jummy jummy......


So er serverað :)

søndag den 22. juli 2012

Hummel Hummel Hummel...............

Haldi at hesir gummistivlarnir frá Hummel eru soooo fittir :) Mátti líka keypa Jóannes einar grønar, einar gular & einar bláar str. 23, 24 & 25 :)




søndag den 3. juni 2012

Snurli Purl :)

Í 2011 stovnaði eg mær eina síðu á Facebook, har eg byrjaði at selja ymiskt, sum eg sjálv geri. Fyrst mátti eg finna mær eitt hóskandi navn. Eg hugsaði leingi um hvat tað skuldi vera. Sonurin Jóannes hevur kelinavnið Snurli Purl av tí at hann hevur so nógvar krúllur :) Eg helt tað vera eitt sera fitt og hóskandi navn, so Snurli Purl bleiv eisini navnið á FB síðuni:)

M.a. eg geri ymiskt burtur úr  Green Gate tøj so sum pútur, fyriklæði, posahaldarar, nálapútur o.a. Eisini geri eg ymiskt úr ull so sum elefanthúgvur, troyggjur, vestar og ymiskt annað til børn :) Ymsar aðrar prýðislutir geri eg eisini so sum knagarekkjur, akslatrø, ljósketur og tílíkt.












Her kanst tú gerast vinur við Snurli Purl á Facebook. Eisni kanst tú vitja Snurli Purl á Amio.






Vintage tapet :)


Nú havi eg aftur keypt vintage tapet ;) Hesa ferð frá Anna Weinreich, hon hevur ein fantastiskan blog í pastel litum. Eg ætlaði at fáa nokk til at tapeta ein vegg í køkinum, men hon átt bert 1,10 m :( Men eg mátti bara hava tað sum hon átti, tí haldi at hattar er tað vakrasta vintage tapetið eg havi sæð :)




Her er so tað eg havi brúkt tað til higartil, men enn er nógv eftir :) Og so mátti eg hava tað til bakgrund her á blogginum ;)




torsdag den 19. april 2012

Ballónbuksur

Nú er seymidillan komin yvir meg :0

Havi seymað hesar buksurnar til mín lítla gull klump.
Tær prikkutu eru bara vanligar ballónbuksur og tær við uglum hava wienerlæg.


                        


Snurli hjá mammu síni :)

Sukurblomstur

Nú havi eg gjørt míni egnu sukurblomstur :) Haldi at tað kostar so nógv at keypa slík blomstur ella figurar.
So eg fór á netið og googlaði "sukkerblomst" og har fann eg uppskrift uppá tað. Sera nemt at gera og ei heldur skulu tey bakast :)

Uppskriftin er her:

250 gr flormelis
1/2 pasteuriseraða eggjahvíta
1 tsk citrónsaft ella eddikk
frugtfarvu ella pastafarvu

Sukurmassin skal vera seiður. Um tú koyrur á ein gaffil so skal tað detta niðureftir, men ikki fara av.

Koyr massan í ein sproytuposa og ger so blomstur á bakipappír. Prøva teg framm til tú er nøgd við úrslitið.

Blomstrini skulu turka í ca. 24 tímar.





Eisni kunnu tey brúkast sum borðpynt til eina konfirmantión :)





Páskaprýði


Eg sá einaferð líknandi páskaprýði í einum blaði so eg mátti líka royna tað :) Eydnaðist bara væl, sera hugnaligt og bíligt :)
Eg havi brúkt ein eggjabakka, men tó havi eg keypt tey málaðu eggini. Eggini har ljós er í eru ordilig egg, sum eg havi brotið í helvt og sett fýrfatsljós í.










torsdag den 15. marts 2012

Babuschu pútur




Her eru nakrar av babuschu pútunum, sum eg havi gjørt :) So fittar <3
Hesar eru at fáa frá Snurli Purl. Um útselt er kan ein eisini bíleggja.
Tær mála ca. 50cm og kosta 299,-




Dekorativt vín


Hesar dekorativu vínfløskur koma frá einum sum eitur Udesen Danmark, eg havi keypt tær í Danmark tá eg var nidri fyri nøkrum árum sídan.
Eri ordiliga glad fyri tær. Havi tær bert til pynt, tí mær dámar als ikki vín og tí tær eru alt ov vakrar til at drekka :)




tirsdag den 13. marts 2012

Designa tínar heilt egnu etikettir


Her havi eg gjørt mínar egnu etikettir til uppvaski- og hondsápudunkin í køkinum:) 
Eg fann eitt sera lekkurt gávupappír, sum eg havi brúkt. Eg havi laminerða tað, koyrt tað runt um dunkin og so klistra fast aftan fyri.


Mega glað fyri úrslitið, nú verða nokk allir dunkar í húsinum uppfrískaðir við nýggjari etikett :*


søndag den 11. marts 2012

Vintage tapet


So kom pakkin endiliga :)) Havi keypt mær hetta meeega lekra retro vintage tapet frá Retro-Vintage.
Nú er tað bara at finna útav hvat eg skal brúka tað til :))
Synd at hetta vakra tapet ikki blívur framleitt meir.

 







Ljósketa úr Green Gate pappkoppum


Sá á blogguni hjá Susi Rydahl hesa sera fittu ljósketu.

Eina slíka helt eg, at eg mátti eiga. So eg fór í sving og hettar bleiv úrslitið :) Sera glað fyri hana :))) Tað vóru fleiri sum hildu hana vera so vakra og spurdu hví eg ikki seldi tær á Snurli Purl og so eg tað gjørdi :) Havi selt fleiri av teimum :)


Sjálv havi eg ljósketuna á tí fyrstu myndini, hon er blálig við rosa pom poms og blondukanti :)




onsdag den 22. februar 2012