torsdag den 19. april 2012

Sukurblomstur

Nú havi eg gjørt míni egnu sukurblomstur :) Haldi at tað kostar so nógv at keypa slík blomstur ella figurar.
So eg fór á netið og googlaði "sukkerblomst" og har fann eg uppskrift uppá tað. Sera nemt at gera og ei heldur skulu tey bakast :)

Uppskriftin er her:

250 gr flormelis
1/2 pasteuriseraða eggjahvíta
1 tsk citrónsaft ella eddikk
frugtfarvu ella pastafarvu

Sukurmassin skal vera seiður. Um tú koyrur á ein gaffil so skal tað detta niðureftir, men ikki fara av.

Koyr massan í ein sproytuposa og ger so blomstur á bakipappír. Prøva teg framm til tú er nøgd við úrslitið.

Blomstrini skulu turka í ca. 24 tímar.





Eisni kunnu tey brúkast sum borðpynt til eina konfirmantión :)





Ingen kommentarer:

Send en kommentar