lørdag den 28. december 2013

Jólini 2013

Vit hava havt eini sera góð og hugnalig jól saman við familjuni. Við nógvum góðum mati og nógvum góðum gávum :)
Eg havi ætlað at lagt nakrar myndir út av jólunum heima hjá okkum allan mánaðan, men tað hevur verið so nógv á skránni, sum tað jú altíð er á jólum. So eg havi ikki rættliga havt tíð, men nú koma so nakrar jólamyndir her.........
 
Gleðilig Jól & gott nýggjár til tykkum :)
 
 

 







 
 

 

 








 

 


 

onsdag den 11. december 2013

Heimagjørdur jólakalendari :)

Í ár havi eg valt at gera soninum ein jólakalendara, har vit kunnu hanga pakkar á. Hann er gjørdur úr plattum, sum eg fyrst havi tikið sundur og síðani sett saman aftur til eitt træ. Síðani er hann málaður hvítur við reyðum tølum og seymir niðanfyri hvørt tal at hanga pakkar á. Hann er 120cm høgur og 90cm, har hann er breiðast. Hetta er ein kalendari, ið kann nýtast ár eftir ár.
Eg eri sera glað fyri úrslitið og sonurin ikki minst. Hann er ógvuliga glaður fyri pakkarnar, sum hanga á hvønn morgun. :)
 



 
 
 
 
 

tirsdag den 3. december 2013

Green Gate kapping

Nú ið tað stundar til jóla eru tað fleiri sum skipa fyri kappingum har ein kann vinna ymiskt.
Ein av teimum er Green Gate. Tey hava eina advents kapping inni á teirra FB síðu har ein og hvør kann leggja eina DIY (do it yourself) mynd út. Og ímillum trý tey í fáa flest atkvøður verður drigið luttakast, har vinnarin fær hesar fittu mini latte kopparnar.
 
 
Eg havi valt at luttaka við hesari myndini, har eg havi gjørt ein uppsats av einum desserttallerki, eggjabikari, undirskál og einari lítlari skál.
Vóni at tit hava hug at atkvøða uppá mína mynd :)
 
 
Fyri at atkvøða má ein fyrst dáma síðuna hjá Green Gate og so trýsta á like á myndini og síðan vátta. 
 
 
 
Her eru fleiri myndir :)
 







torsdag den 28. november 2013

Franskar makrónir

 Nú havi eg fyri fyri fyrstu ferð gjørt franskar makrónir...  :) Tó skal sigast at eg ikki heilt sjálv havi gjørt tær, men havi keypt ein pakka frá Amo :) So lættari blívur tað ikki :) :) hihi

Havi altíð hildi tær sæð so leskiligar út og litríkar. So nú havi eg so roynt tær og bleiv eitt sindur skuffa, tí helt so heilt vist at tær smakkaðu betur.

Tær prýða so væl um og hóska væl til Green Gate :) So her fáa tit nakrar myndir......