tirsdag den 3. december 2013

Green Gate kapping

Nú ið tað stundar til jóla eru tað fleiri sum skipa fyri kappingum har ein kann vinna ymiskt.
Ein av teimum er Green Gate. Tey hava eina advents kapping inni á teirra FB síðu har ein og hvør kann leggja eina DIY (do it yourself) mynd út. Og ímillum trý tey í fáa flest atkvøður verður drigið luttakast, har vinnarin fær hesar fittu mini latte kopparnar.
 
 
Eg havi valt at luttaka við hesari myndini, har eg havi gjørt ein uppsats av einum desserttallerki, eggjabikari, undirskál og einari lítlari skál.
Vóni at tit hava hug at atkvøða uppá mína mynd :)
 
 
Fyri at atkvøða má ein fyrst dáma síðuna hjá Green Gate og so trýsta á like á myndini og síðan vátta. 
 
 
 
Her eru fleiri myndir :)
 







Ingen kommentarer:

Send en kommentar