torsdag den 19. april 2012

Ballónbuksur

Nú er seymidillan komin yvir meg :0

Havi seymað hesar buksurnar til mín lítla gull klump.
Tær prikkutu eru bara vanligar ballónbuksur og tær við uglum hava wienerlæg.


                        


Snurli hjá mammu síni :)

Sukurblomstur

Nú havi eg gjørt míni egnu sukurblomstur :) Haldi at tað kostar so nógv at keypa slík blomstur ella figurar.
So eg fór á netið og googlaði "sukkerblomst" og har fann eg uppskrift uppá tað. Sera nemt at gera og ei heldur skulu tey bakast :)

Uppskriftin er her:

250 gr flormelis
1/2 pasteuriseraða eggjahvíta
1 tsk citrónsaft ella eddikk
frugtfarvu ella pastafarvu

Sukurmassin skal vera seiður. Um tú koyrur á ein gaffil so skal tað detta niðureftir, men ikki fara av.

Koyr massan í ein sproytuposa og ger so blomstur á bakipappír. Prøva teg framm til tú er nøgd við úrslitið.

Blomstrini skulu turka í ca. 24 tímar.





Eisni kunnu tey brúkast sum borðpynt til eina konfirmantión :)





Páskaprýði


Eg sá einaferð líknandi páskaprýði í einum blaði so eg mátti líka royna tað :) Eydnaðist bara væl, sera hugnaligt og bíligt :)
Eg havi brúkt ein eggjabakka, men tó havi eg keypt tey málaðu eggini. Eggini har ljós er í eru ordilig egg, sum eg havi brotið í helvt og sett fýrfatsljós í.