Í 2011 stovnaði eg mær eina síðu á Facebook, har eg byrjaði at selja ymiskt, sum eg sjálv geri. Fyrst mátti eg finna mær eitt hóskandi navn. Eg hugsaði leingi um hvat tað skuldi vera. Sonurin Jóannes hevur kelinavnið Snurli Purl av tí at hann hevur so nógvar krúllur :) Eg helt tað vera eitt sera fitt og hóskandi navn, so Snurli Purl bleiv eisini navnið á FB síðuni:)
M.a. eg geri ymiskt burtur úr Green Gate tøj so sum pútur, fyriklæði, posahaldarar, nálapútur o.a. Eisini geri eg ymiskt úr ull so sum elefanthúgvur, troyggjur, vestar og ymiskt annað til børn :) Ymsar aðrar prýðislutir geri eg eisini so sum knagarekkjur, akslatrø, ljósketur og tílíkt.
Her kanst tú gerast vinur við Snurli Purl á Facebook. Eisni kanst tú vitja Snurli Purl á Amio.
Viser opslag med etiketten Snurli Purl. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Snurli Purl. Vis alle opslag
søndag den 3. juni 2012
torsdag den 15. marts 2012
Babuschu pútur
Her eru nakrar av babuschu pútunum, sum eg havi gjørt :) So fittar <3
Hesar eru at fáa frá Snurli Purl. Um útselt er kan ein eisini bíleggja.
Tær mála ca. 50cm og kosta 299,-
søndag den 11. marts 2012
Ljósketa úr Green Gate pappkoppum
Sá á blogguni hjá Susi Rydahl hesa sera fittu ljósketu.
Eina slíka helt eg, at eg mátti eiga. So eg fór í sving og hettar bleiv úrslitið :) Sera glað fyri hana :))) Tað vóru fleiri sum hildu hana vera so vakra og spurdu hví eg ikki seldi tær á Snurli Purl og so eg tað gjørdi :) Havi selt fleiri av teimum :)
Sjálv havi eg ljósketuna á tí fyrstu myndini, hon er blálig við rosa pom poms og blondukanti :)
fredag den 27. januar 2012
Ugla húgva
Eg havi sæð fleiri á netinum, men bert við enskum uppskriftum og tær skilji eg ikki so væl. So her er mín útgáva av einari hekladari ugla húgvu. Bleiv bara fitt :))
Abonner på:
Opslag (Atom)




