lørdag den 18. januar 2014

Heimagjørt crunchie

Í síðstu viku gjørdi eg crunchie. Tað smakkar júst sum tað ordiliga. Eg visti als ikki, at tað var so lætt at gera 😊 Tó skal sigast, at man skal ansa eftir, at tað ikki fær ov nógva tíð í grýtuni, tí so kann tað lættliga brennast.
 
Uppskrift:
200g melis
5 spsk. ljósan sirop
1½ tsk natron
Sjokulátu
 
Set eina bakiplátu við bakipappíri klára.
 
Koyr melis og sirop í grýtu og kóka á miðal hita (uml. 5-6). Minst til at røra í grýtuni. Kóka til tað er beint niðanfyri 150 gradir heitt (uml. 15-20min.). Brúka eitt termometur at máta við.
Tak nú grýtuna av og rør natron í. Skunda tær síðan at stoyta tað á bakipappírið. Koppa plátuni til síðurnar fyri at javna tað út.
Lat tað kølna í uml. 1 tíma. So er klárt at skera ella bróta í bitar og koyra sjokulátu á.
 
Mmmmmm :)
 
 
 
 
 
 
 
 
 


Ingen kommentarer:

Send en kommentar