søndag den 3. juni 2012

Snurli Purl :)

Í 2011 stovnaði eg mær eina síðu á Facebook, har eg byrjaði at selja ymiskt, sum eg sjálv geri. Fyrst mátti eg finna mær eitt hóskandi navn. Eg hugsaði leingi um hvat tað skuldi vera. Sonurin Jóannes hevur kelinavnið Snurli Purl av tí at hann hevur so nógvar krúllur :) Eg helt tað vera eitt sera fitt og hóskandi navn, so Snurli Purl bleiv eisini navnið á FB síðuni:)

M.a. eg geri ymiskt burtur úr  Green Gate tøj so sum pútur, fyriklæði, posahaldarar, nálapútur o.a. Eisini geri eg ymiskt úr ull so sum elefanthúgvur, troyggjur, vestar og ymiskt annað til børn :) Ymsar aðrar prýðislutir geri eg eisini so sum knagarekkjur, akslatrø, ljósketur og tílíkt.












Her kanst tú gerast vinur við Snurli Purl á Facebook. Eisni kanst tú vitja Snurli Purl á Amio.






Vintage tapet :)


Nú havi eg aftur keypt vintage tapet ;) Hesa ferð frá Anna Weinreich, hon hevur ein fantastiskan blog í pastel litum. Eg ætlaði at fáa nokk til at tapeta ein vegg í køkinum, men hon átt bert 1,10 m :( Men eg mátti bara hava tað sum hon átti, tí haldi at hattar er tað vakrasta vintage tapetið eg havi sæð :)




Her er so tað eg havi brúkt tað til higartil, men enn er nógv eftir :) Og so mátti eg hava tað til bakgrund her á blogginum ;)