torsdag den 26. juli 2012

Heimagjørt koldskål :*

Heima hjá okkum elska vit koldskål :) So eg geri ofta koldskål, tað er so deiligt, at eiga inni til millummála og flestu gestir dáma eisini koldskål :)

Uppskrift:

4 pasteuriseraðar eggjablommur
5-6 sp. melis
2 tsk. vaniljusukur
saft av 2 sitrónum
1 pk. Súrgað mjólk
1 pk. Hvíta



Píska eggjablommur & sukur væl saman......


Her er eggjablommurnar & sukri væl píska saman :)


Pressa saftina úr sitrónunum....


Koyr vaniljusukur & sitrónsaftina í og píska......


Her er tað so píska :)


 Koyr tí súrgaðu mjólkina & hvítan í og píska.....


Rør eitt sindur í, fá alt frá kantinum....


Klárt at servera :)


 Jummy jummy......


So er serverað :)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar