torsdag den 15. marts 2012

Babuschu pútur




Her eru nakrar av babuschu pútunum, sum eg havi gjørt :) So fittar <3
Hesar eru at fáa frá Snurli Purl. Um útselt er kan ein eisini bíleggja.
Tær mála ca. 50cm og kosta 299,-




Dekorativt vín


Hesar dekorativu vínfløskur koma frá einum sum eitur Udesen Danmark, eg havi keypt tær í Danmark tá eg var nidri fyri nøkrum árum sídan.
Eri ordiliga glad fyri tær. Havi tær bert til pynt, tí mær dámar als ikki vín og tí tær eru alt ov vakrar til at drekka :)




tirsdag den 13. marts 2012

Designa tínar heilt egnu etikettir


Her havi eg gjørt mínar egnu etikettir til uppvaski- og hondsápudunkin í køkinum:) 
Eg fann eitt sera lekkurt gávupappír, sum eg havi brúkt. Eg havi laminerða tað, koyrt tað runt um dunkin og so klistra fast aftan fyri.


Mega glað fyri úrslitið, nú verða nokk allir dunkar í húsinum uppfrískaðir við nýggjari etikett :*


søndag den 11. marts 2012

Vintage tapet


So kom pakkin endiliga :)) Havi keypt mær hetta meeega lekra retro vintage tapet frá Retro-Vintage.
Nú er tað bara at finna útav hvat eg skal brúka tað til :))
Synd at hetta vakra tapet ikki blívur framleitt meir.

 







Ljósketa úr Green Gate pappkoppum


Sá á blogguni hjá Susi Rydahl hesa sera fittu ljósketu.

Eina slíka helt eg, at eg mátti eiga. So eg fór í sving og hettar bleiv úrslitið :) Sera glað fyri hana :))) Tað vóru fleiri sum hildu hana vera so vakra og spurdu hví eg ikki seldi tær á Snurli Purl og so eg tað gjørdi :) Havi selt fleiri av teimum :)


Sjálv havi eg ljósketuna á tí fyrstu myndini, hon er blálig við rosa pom poms og blondukanti :)