Viser opslag med etiketten Green Gate :). Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Green Gate :). Vis alle opslag

tirsdag den 3. december 2013

Green Gate kapping

Nú ið tað stundar til jóla eru tað fleiri sum skipa fyri kappingum har ein kann vinna ymiskt.
Ein av teimum er Green Gate. Tey hava eina advents kapping inni á teirra FB síðu har ein og hvør kann leggja eina DIY (do it yourself) mynd út. Og ímillum trý tey í fáa flest atkvøður verður drigið luttakast, har vinnarin fær hesar fittu mini latte kopparnar.
 
 
Eg havi valt at luttaka við hesari myndini, har eg havi gjørt ein uppsats av einum desserttallerki, eggjabikari, undirskál og einari lítlari skál.
Vóni at tit hava hug at atkvøða uppá mína mynd :)
 
 
Fyri at atkvøða má ein fyrst dáma síðuna hjá Green Gate og so trýsta á like á myndini og síðan vátta. 
 
 
 
Her eru fleiri myndir :)
 







torsdag den 28. november 2013

Franskar makrónir

 Nú havi eg fyri fyri fyrstu ferð gjørt franskar makrónir...  :) Tó skal sigast at eg ikki heilt sjálv havi gjørt tær, men havi keypt ein pakka frá Amo :) So lættari blívur tað ikki :) :) hihi

Havi altíð hildi tær sæð so leskiligar út og litríkar. So nú havi eg so roynt tær og bleiv eitt sindur skuffa, tí helt so heilt vist at tær smakkaðu betur.

Tær prýða so væl um og hóska væl til Green Gate :) So her fáa tit nakrar myndir......















mandag den 18. november 2013

Ger tína egnu slikkautomat :)


Eg havi leingi ætlað mær, at gjørt eina "slikkautomat" og nú er hon endiliga gjørd :)
Sá fyrstuferð hetta hugskot inni á Pinterest. Har kann ein finna mangt og hvat, sera stuttligt at "surfa" inni á har.   
 
 
Um tú ynskir at gera tær eina slíka "slikkautomat" so er tað einasta tær nýtist:
 
Urtapotskjúlara við undirskál
Glaskúlu ca. 20cm dia.
Greb
Lím
Málin ella spray
Kanska eitt sindur av tape at prýða við
 
 
Eg havi valt at gera mína ljósareyða av tí at eg elski ljósareytt   Men hon hevði eisini veri rættiliga fitt ljósablá :) Og so hóskar hon væl til Green Gate :)
 
 
 

 
Trýst her
Og tú kanst síggja hvussu ein "slikkautomat" verður gjørd 
 



søndag den 5. maj 2013

Hey allar Green Gate tøsir!

Mær dámar sera væl Green Gate og eigi eitt sindur nógv av tí ;) he he .
Haldi eg byrjaði í 2006 -2007 at samla uppá Green Gate, tað fyrsta eg fekk var ein kanna av Kim green og viskistykki frá eini venindu. Og so bleiv tað bara meir og meir :)

Eg havi eina aðra venindu sum eisini dámar SERA væl Green Gate. Vit hava leingi verið við í donskum Green Gate bólkum á Facebook. Sera hugnaligir bólkar har vit allar kunnu deilar myndir ella okkurt gott tilboð sum vit finna á netinum. Eisini kunnu vit selja okkara GG ella søkja eftir onkrum vit sóknast eftir. So hjálpast vit ofta at, t.d um onkur finnur okkurt á netinum sum onkur onnur sóknast eftir so siga vit frá :) Og ofta er tað eisini onkur sum vil selja okkurt sum ein onnur leitar eftir.  

So ein dagin kom venindan við tí hugskoti, at vit burdu stovna ein føroyskan Green Gate bólk á FB, har vit allar Green Gate tøsir kunnu deila myndir, selja og keypa Green Gate okkara millum :) Tí lættari er tað um tað er í Føroyum ein skal keypa ella selja so sleppa vit undan fraktini :) Tað er ofta eitt sindur dýrt at senda til FO.

So tit Green Gate tøsir tit eru vælkomnar at melda tykkum í bólkin á FB :)

Her er linki til bólkin á Facebook "Green Gate tøsirnar!"





søndag den 11. marts 2012

Ljósketa úr Green Gate pappkoppum


Sá á blogguni hjá Susi Rydahl hesa sera fittu ljósketu.

Eina slíka helt eg, at eg mátti eiga. So eg fór í sving og hettar bleiv úrslitið :) Sera glað fyri hana :))) Tað vóru fleiri sum hildu hana vera so vakra og spurdu hví eg ikki seldi tær á Snurli Purl og so eg tað gjørdi :) Havi selt fleiri av teimum :)


Sjálv havi eg ljósketuna á tí fyrstu myndini, hon er blálig við rosa pom poms og blondukanti :)