Mær dámar sera væl, at vera inni á Pinterest har finnur ein nógv stuttligt :) Har sá eg nemliga hesi reiður, sí her. Og helt at hettar mátti eg royna til páskar.
Eg kom í tankar um marskøkuna, sum mamma plagdi, at gera fyrr. Áðrenn tann sum nú verður kallað marskøka. Hon er úr rice crisps, mars & sjokolátu.
Hettar er uppskriftin frá mammu:
90 g Margarin
3 mars
90 g rice crisps
1 stóra reina Cadbury sjokolátu (smelta)
Smelta mars og margarin í grýtu (ikki kóka)
Blanda rice crisps uppí
Hettar eigur at gerast til eina skuffukøku við sjokolátuni omaná.
Soleiðis gjørdi eg.......
Koyr í muffins formar so tað er ein kulla niður í miðjuna, koyr eina teskeið nutella í kulluna og eitt sindur av smeltaðari sjokulátu omaná og til síðst 2 ella 3 mini egg á toppin :) So hevur tú eitt reiður sum ikki bara er páskaligt, men sum smakkar sera væl :) Mmmmm
Og so nakrar myndir av páskaprýði.........
Hesar fittu kaninir keypti eg eitt ári í FK
Hesar fittu seyðir fekk eg í føðingardagsgávu síðsta ár :)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar