onsdag den 11. december 2013

Heimagjørdur jólakalendari :)

Í ár havi eg valt at gera soninum ein jólakalendara, har vit kunnu hanga pakkar á. Hann er gjørdur úr plattum, sum eg fyrst havi tikið sundur og síðani sett saman aftur til eitt træ. Síðani er hann málaður hvítur við reyðum tølum og seymir niðanfyri hvørt tal at hanga pakkar á. Hann er 120cm høgur og 90cm, har hann er breiðast. Hetta er ein kalendari, ið kann nýtast ár eftir ár.
Eg eri sera glað fyri úrslitið og sonurin ikki minst. Hann er ógvuliga glaður fyri pakkarnar, sum hanga á hvønn morgun. :)
 



 
 
 
 
 

tirsdag den 3. december 2013

Green Gate kapping

Nú ið tað stundar til jóla eru tað fleiri sum skipa fyri kappingum har ein kann vinna ymiskt.
Ein av teimum er Green Gate. Tey hava eina advents kapping inni á teirra FB síðu har ein og hvør kann leggja eina DIY (do it yourself) mynd út. Og ímillum trý tey í fáa flest atkvøður verður drigið luttakast, har vinnarin fær hesar fittu mini latte kopparnar.
 
 
Eg havi valt at luttaka við hesari myndini, har eg havi gjørt ein uppsats av einum desserttallerki, eggjabikari, undirskál og einari lítlari skál.
Vóni at tit hava hug at atkvøða uppá mína mynd :)
 
 
Fyri at atkvøða má ein fyrst dáma síðuna hjá Green Gate og so trýsta á like á myndini og síðan vátta. 
 
 
 
Her eru fleiri myndir :)
 







torsdag den 28. november 2013

Franskar makrónir

 Nú havi eg fyri fyri fyrstu ferð gjørt franskar makrónir...  :) Tó skal sigast at eg ikki heilt sjálv havi gjørt tær, men havi keypt ein pakka frá Amo :) So lættari blívur tað ikki :) :) hihi

Havi altíð hildi tær sæð so leskiligar út og litríkar. So nú havi eg so roynt tær og bleiv eitt sindur skuffa, tí helt so heilt vist at tær smakkaðu betur.

Tær prýða so væl um og hóska væl til Green Gate :) So her fáa tit nakrar myndir......















mandag den 18. november 2013

Ger tína egnu slikkautomat :)


Eg havi leingi ætlað mær, at gjørt eina "slikkautomat" og nú er hon endiliga gjørd :)
Sá fyrstuferð hetta hugskot inni á Pinterest. Har kann ein finna mangt og hvat, sera stuttligt at "surfa" inni á har.   
 
 
Um tú ynskir at gera tær eina slíka "slikkautomat" so er tað einasta tær nýtist:
 
Urtapotskjúlara við undirskál
Glaskúlu ca. 20cm dia.
Greb
Lím
Málin ella spray
Kanska eitt sindur av tape at prýða við
 
 
Eg havi valt at gera mína ljósareyða av tí at eg elski ljósareytt   Men hon hevði eisini veri rættiliga fitt ljósablá :) Og so hóskar hon væl til Green Gate :)
 
 
 

 
Trýst her
Og tú kanst síggja hvussu ein "slikkautomat" verður gjørd 
 



mandag den 8. juli 2013

Elgurin :)

So var elgurin klárur at flyta inn í kamari hjá Jóannes.....endiliga :) Men nú eru eftir at fáa kamari liðug :) Hann bleiv MEGA søtur haldi eg sjálv :)

Sá hann einaferð á netinum og hugsaði at eg skuldi fara at gera ein slíkan :)

Trýst her og tú finnur uppskriftina sum eg havi nýtt :)

 
 


 
 

 



tirsdag den 2. juli 2013

Tapeta vegg...

So er tapeti sum eg keypti fyri eini tíð síðan komið upp á veggin :) Hettar er antik tapet sum eg keypti frá Elinsa endurnýtslu sum er á Facebook.
Eri ordiliga væl nøgd veggin nú, tað gevur hita til rúmið, tá ið alt annað er so hvítt :)
 
 




lørdag den 29. juni 2013

Páska reiður :)

Mær dámar sera væl, at vera inni á Pinterest har finnur ein nógv stuttligt :) Har sá eg nemliga hesi reiður, sí her. Og helt at hettar mátti eg royna til páskar.  

Eg kom í tankar um marskøkuna, sum mamma plagdi, at gera fyrr. Áðrenn tann sum nú verður kallað marskøka. Hon er úr rice crisps, mars & sjokolátu.

Hettar er uppskriftin frá mammu:

90 g Margarin
3 mars
90 g rice crisps
1 stóra reina Cadbury sjokolátu (smelta)

Smelta mars og margarin í grýtu (ikki kóka)
Blanda rice crisps uppí

Hettar eigur at gerast til eina skuffukøku við sjokolátuni omaná.

Soleiðis gjørdi eg.......

Koyr í muffins formar so tað er ein kulla niður í miðjuna, koyr eina teskeið nutella í kulluna og eitt sindur av smeltaðari sjokulátu omaná og til síðst 2 ella 3 mini egg á toppin :) So hevur tú eitt reiður sum ikki bara er páskaligt, men sum smakkar sera væl :) Mmmmm




Og so nakrar myndir av páskaprýði.........


Hesar fittu kaninir keypti eg eitt ári í FK 


Hesar fittu seyðir fekk eg í føðingardagsgávu síðsta ár :)