onsdag den 11. december 2013

Heimagjørdur jólakalendari :)

Í ár havi eg valt at gera soninum ein jólakalendara, har vit kunnu hanga pakkar á. Hann er gjørdur úr plattum, sum eg fyrst havi tikið sundur og síðani sett saman aftur til eitt træ. Síðani er hann málaður hvítur við reyðum tølum og seymir niðanfyri hvørt tal at hanga pakkar á. Hann er 120cm høgur og 90cm, har hann er breiðast. Hetta er ein kalendari, ið kann nýtast ár eftir ár.
Eg eri sera glað fyri úrslitið og sonurin ikki minst. Hann er ógvuliga glaður fyri pakkarnar, sum hanga á hvønn morgun. :)
 



 
 
 
 
 

1 kommentar: