Nú havi eg gjørt míni egnu sukurblomstur :) Haldi at tað kostar so nógv at keypa slík blomstur ella figurar.
So eg fór á netið og googlaði "sukkerblomst" og har fann eg uppskrift uppá tað. Sera nemt at gera og ei heldur skulu tey bakast :)
Uppskriftin er her:
250 gr flormelis
1/2 pasteuriseraða eggjahvíta
1 tsk citrónsaft ella eddikk
frugtfarvu ella pastafarvu
Sukurmassin skal vera seiður. Um tú koyrur á ein gaffil so skal tað detta niðureftir, men ikki fara av.
Koyr massan í ein sproytuposa og ger so blomstur á bakipappír. Prøva teg framm til tú er nøgd við úrslitið.
Blomstrini skulu turka í ca. 24 tímar.
Eisni kunnu tey brúkast sum borðpynt til eina konfirmantión :)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar