Vit eiga ein lítlan fittan kúll í húsinum sum dámar seeera væl skúmbomm. So eg valdi at gera ein roynd. Uppskriftina havi eg funnið á netinum.
Uppskrift:
400g melis
2 dl vatn
200g flormelis
20 husblas
vanilje ella annan smakk
frugtfarvu
Legg husblas á blot í køldum vatni
Set grýtu útá við vatn og melis, lat koma uppá kók, koyr síðan vanilju og smakk í.
Lat kóka í 20 min. ella til tað er 100 gradir heitt.
Tak husblas úr vatnbaðnum og rør tey í grýtuna.
Tak grýtuna av og lat standa til tað er komið niður á 100 gradir.
Koyr helvtina av flormelisinum á botnin í eini skuffu, eg brúkti eina lítla skuffu sum eg brúka til skuffukøku.
Koyra massan úr grýtuni í ein bolla tilset tann lit tú ynskir og píska so í ca. 15 min. Líka til tað er heilt stívt og als ikki flytir seg tá tú tekur pískaran upp úr bollanum.
Koyr tað so í skuffuna omaná flormelisi. Lættast er at koyra tað fast út móti síðunum fyrst og so royna at slætta tað út sum fragast. Tað er nemliga mega klebrut.