lørdag den 15. februar 2014

Einki er sum skúmbomm :)

Vit eiga ein lítlan fittan kúll í húsinum sum dámar seeera væl skúmbomm. So eg valdi at gera ein roynd. Uppskriftina havi eg funnið á netinum.
 
 
Uppskrift:
 
400g melis
2 dl vatn
200g flormelis
20 husblas
vanilje ella annan smakk
frugtfarvu
 
 
Legg husblas á blot í køldum vatni
Set grýtu útá við vatn og melis, lat koma uppá kók, koyr síðan vanilju og smakk í.
Lat kóka í 20 min. ella til tað er 100 gradir heitt.
Tak husblas úr vatnbaðnum og rør tey í grýtuna.
Tak grýtuna av og lat standa til tað er komið niður á 100 gradir.
Koyr helvtina av flormelisinum á botnin í eini skuffu, eg brúkti eina lítla skuffu sum eg brúka til skuffukøku.
 Koyra massan úr grýtuni í ein bolla tilset tann lit tú ynskir og píska so í ca. 15 min. Líka til tað er heilt stívt og als ikki flytir seg tá tú tekur pískaran upp úr bollanum.
Koyr tað so í skuffuna omaná flormelisi. Lættast er at koyra tað fast út móti síðunum fyrst og so royna at slætta tað út sum fragast. Tað er nemliga mega klebrut.
 

 

 
 
 


onsdag den 5. februar 2014

Spælt mær eitt sindur við marengs :)

Ein kann gera nógv ymiskt burtur úr marengs. Stuttligt er at spæla sær við litir og ymiskar mátar at formar tað uppá :)
Her havi eg gjørt hjørtu og hundalond í míni yndlings liti ljósareyðum. Og so passar tað so væl saman við Green Gate :)