lørdag den 18. januar 2014

Heimagjørt crunchie

Í síðstu viku gjørdi eg crunchie. Tað smakkar júst sum tað ordiliga. Eg visti als ikki, at tað var so lætt at gera 😊 Tó skal sigast, at man skal ansa eftir, at tað ikki fær ov nógva tíð í grýtuni, tí so kann tað lættliga brennast.
 
Uppskrift:
200g melis
5 spsk. ljósan sirop
1½ tsk natron
Sjokulátu
 
Set eina bakiplátu við bakipappíri klára.
 
Koyr melis og sirop í grýtu og kóka á miðal hita (uml. 5-6). Minst til at røra í grýtuni. Kóka til tað er beint niðanfyri 150 gradir heitt (uml. 15-20min.). Brúka eitt termometur at máta við.
Tak nú grýtuna av og rør natron í. Skunda tær síðan at stoyta tað á bakipappírið. Koppa plátuni til síðurnar fyri at javna tað út.
Lat tað kølna í uml. 1 tíma. So er klárt at skera ella bróta í bitar og koyra sjokulátu á.
 
Mmmmmm :)
 
 
 
 
 
 
 
 
 


onsdag den 8. januar 2014

Hjarta muffins við nuggelinekremi

Eg elski at gera muffins :) Tí tað eru sooo nógvir møguleikar at spæla sær við. Her havi eg valt at gjørt muffins við hjørtum í við lekkrum nuggelinekremi :)

Allarfyrst havi eg bakað ein púra vanliga pink skuffukøku, sum skal brúkast til hjørtuni.


Muffins deiggj:

1 dl Mjólk
1 dl Olju
2 dl Jogurt (líka mikið hvat slag)
2 Egg
200 g Mjøl
250 g Melis
1 tsk Natron
2 tsk Vaniljusukur
100 g Sjokulátu

Koyr alt í ein bolla uttan sjokulátuna og rør. Tær nýtist ikki at brúka pískara :)

Eg havi brúkt ein hjartaútskerara at gera hjørtini við.

Síðani havi eg sett eitt hjarta í hvønn muffinsform og fylt muffinsdeiggj í.

Í helvtina valdi eg at koyra ta hakkaðu sjokulátuna (50g). So helvtin hevur hjørtu í og hin helvtin sjokulátu.


Sooo til tað alvorliga lekkra kremið......

Nuggelinekrem:

200 g Smør
200 g Flormelis
200 g Nuggeline
4 spsk Róma (píska)
2 tsk Vaniljusukur

Fyrst pískar tú smøri eina løtu, síðani koyrir tú flormelis og vaniljusukur í og pískar ein løtu afturat. Síðan verður nuggeline píska í og til allar síðst tann pískaða róman. Um tú vilt hava kremið meira luftugt, koyr so meira róma í.
So er tað alvorliga lekkra og luftiga kremið klárt at koyra á tínar muffins :)



Vælgagnist :)