lørdag den 19. januar 2013

Blomstur úr eggjabakkum :)

Ein kann gera mangt & hvat burtur úr tómum eggjabakkum :) Á netinum kanst tú finna nógv dømir.

Einaferð sá eg, at ein hevði gjørt tílík blomstur at koyra á ljósketu. Eg ætlaði mær altíð at gera nøkur blomstur til mína ljósketu, so nú eri eg endiliga komin so langt ;) Havi gjørt 8 stykkir, man nýtist ikki, at hava á øllum perunum, tað blívur í so nógv. Akkurát passaligt við 8-10 stk.

Hettar bleiv so mítt úrslit ..........


 
 


Ymiskt sum eg havi bundið

Eg byrjaði at binda sum barn :) Omma & mamma mín lærdu meg. Eg byrjaði við, at læra at binda hosur tó eg ikki havi bundið so nógvar síðan :)
Eg bindi sum oftast eftir egnum høvdi, tími ikki so væl at halda meg til uppskriftir, men tað kemur fyri at eg eisini bindi eftir uppskrift inn ímillum :)
 
So eitt sindur er komið burtur úr ígjøgnum ár og dag :)
Her er eitt líti úrval av tí sum eg havi bundið :)
 
 


 
Hesar báðar eru til vaksin ...